Hamferð heldur útgávukonsert fyri ’Támsins likam’ 17. mars
Í samband við, at Hamferð útgevur nýggju plátu sína, ’Támsins likam’, verður skipað fyri stórari útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum í Havn tann 17. mars. Nýggja verkið verður spælt frá byrjan til enda við heilt serligari uppseting, og ætlanin er at umskapa sjónleikahøllina – bæði í myndum og ljóði – til tann kensluheimin, ið hýsir ’Támsins likam’ og Hamferð sum heild.
Í samband við útgávuna fer Hamferð kring Evropa á konsertferð meginpartin av februar mánað og verður tí í toppformi til útgávukonsertina í Sjónleikarhúsinum. ”Támsins likam” hevur tikið nærum 5 ár at smíða, og tað er meira enn tvey ár síðani, at Hamferð spældi við fullum útblástri í Føroyum. Tískil eru bæði plátuútgávan og konsertin rættiliga serstøk tiltøk.
Við sær til tiltakið hevur Hamferð íslendska bólkin Auðn, sum eisini hevur nýggja útgávu á baki, ið nevnist ’Farvegir fyrndar’. 'Farvegir fyrndar' er júst kosin sum næstbesta black metal útgáva í 2017 av Metal Hammer í Týsklandi.