Prísir
Allir prísir eru í donskum krónum (DKK).
Atgongumerki, ið verða seld víðari øðrum oman fyri ásetta virði, verður mett at vera svartabørshandil og svartabørshandil verður meldaður til løgregluna.
Gjaldshættir
Gjaldast kann við Dankorti (FR-korti), MasterCard Debit, MasterCard, Visa, VisaDankort, Visa Debit, Visa Electron og Maestro. Eitt kortavgreiðslugjald verður lagt afturat gjaldingin. Goldið verður umvegis gjaldsveg (paygate) hjá QuickPay og Clearhaus. Gjaldskortsupplýsingar verða sendir beinleiðis til gjaldskortveitaran, og eBillett og fyriskiparin sleppa ikki at síggja teir.
Latingartíð
Atgongumerki og ein kvittan verða send við telduposti, beinanvegin goldið er.
Iðranarrættur
Eingin iðranarrættur er, tá tú keypir á ebillett.fo. Øll keyp á síðuni eru bindandi, og endurrindan kann einans koma fyri, um tiltakið sum atgongumerki er keypt til, verður avlýst. Avgreiðslugjald og gjøld til kortveitarar vera ikki endurgoldin.
Avgreiðslugjald
Eitt avgreiðslugjald á kr. 30,00 verður kravt fyri hvørt bílagt atgongumerki.
Gjald til kortveitara
Gjald til kortveitara verður lagt afturat upphæddini.
Víðarisøla av atgongumerkjum
Tað er lógarbrot at selja atgongumerki fyri hægri prís enn tað er keypt fyri. Vísandi til "Lov nr. 677 af 22. december 1919 om Forbud mod Videresalg af Billetter til offentlige Forlystelser, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020"
Ábyrgd
eBillett.fo tekur onga ábyrgd av sjálvum tiltøkum v.m., sum kundin hevur keypt atgongumerki til umvegis eBillett.fo, tað verið seg innihaldið í sýningini, hvørt sýningin er lóglig, um hon verður avlýst v.m. eBillett.fo kann tí ikki ábyrgdast fyri tap – hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Tað er bara fyriskiparin, sum hevur ábyrgdina av tiltakinum. eBillett.fo kann heldur ikki ábyrgdast fyri brot ella onnur mál, sum íkoma orsakað av egnum gerðum hjá kundanum. eBillett.fo kann ikki ábyrgdast fyri tap ella onnur viðurskifti, sum íkoma orsakað av vantandi atgongd til tænastur ella upplýsingar á internetinum. Hetta er galdandi, líka mikið um vantandi atgongdin er íkomin orsakað av, at skipanir eru niðri, øðrum umstøðum hjá eBillett.fo ella force majeure, so sum verkfall ella lockout. eBillett.fo hevur eftirlit við øllum upplýsingum, sum verða almannakunngjørdir á heimasíðuni hjá eBillett.fo, men eBillett.fo kann ikki ábyrgjast fyri manglar av upplýsingum.
Fyrivarni
Atgongumerki verða í avísum førum ikki afturgoldin, um tiltakið lutvíst ella heilt verður avlýst vegna óregluliga flúgving, serlig ring veðurlíkindi ella grundað onnur viðurskifti, sum fyrireikararnir ikki hava ræði á.