North Atlantic Fight Night
Næsta leygardag bresta kvinnur og menn úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Norra, Svøríki og Onglandi saman í ringinum/búrinum í høllini á hálsi. Skipaður bardagið nevna nøkur tað, men tað er ein ítróttur, hvar kappast/bart verður fyri at vinna. Yvirskipa eitur tað kampsportur ella stríðsítróttur.
Tað verður dystast innan ávíkavist: boksing, hvar einans er loyvt at brúka nevarnar, at sláa. Kickboxing, har er loyvt at sláa, sparka og brúka knø og MMA - Mixes Martial Arts, har nærum alt er loyvt.
Tiltakið í 2016 var eitt tað størsta einstaka tiltakið í Føroyum. Vit høvdu luttakarar úr flestu norðanlondum við einum var føroyingi.
Í ár hava vit ikki minnið enn 4 føroyskar luttakarar. 2 boksarar úr Tórshavn, 1 ungan kickboxara úr suðuroynni og Fróða Hansen, sum er professionellur MMA kempari.
Norðanlond eru øll umboða, uttan Finland. Ongland er eis umboðað. Okkara nærmastu grannar Íslandi koma við 4 kemparum.
Vit eru sera heppin, at vit í ár hava ein Scandinaviskan titulkamp í full kontakt Kickboxing á skránna ímillum 2 av bestu kickboksarum í Europa.
Vit hava ein ikki ofta sæddan kvinnudyst í full kontakt MMA
Pro dyst við okkara egna Fróða Vitalis Hansen ímóti Shaun "the legend" Lomas úr onglandi.
Seinast var totalt útselt
Tiltakið byrjar kl. 19.00
Dyrnar lata upp kl. 17.30
NORTH ATLANTIC FIGHT NIGHT 2017
Leygarkvøldið 6. mai 2017
Tiltakið byrjar kl. 19.00
Dyrnar lata upp kl. 17.30
PRÍSIR:
Vanligt tribunupláss (GRØNT ØKI): 250,-
Stólapláss (GULT ØKI): 250,-
Ringside pláss (BLÁTT ØKI): 350,- ÚTSELT
VIP Borð til 5 persónar (RINGSIDE)
Kaffi, snacks, sodavatn, øl og vín eru við í prísinum: 5.000,00 kr.