SEL Á

eBillett.fo

Hevur tú eitt tiltak, har tú skalt selja atgongumerki í forsølu, so er eBillett.fo rætta loysnin.

 

Tú sleppur undan:
- Umsiting
- Kostnaði av at sniðgeva atgongumerki
- Kostnaði av at prenta atgongumerki
- Distributión til sølustøð
- At fylgja upp og heinta pening frá sølustøðum

 

Við at selja tíni atgongumerki á eBillett.fo, hevur tú fríar hendur til at arbeiða við tí, tú dugir best: at standa fyri tínum tiltaki.

 

Hvussu geri eg?
Send okkum eini boð undir samband við hesum upplýsingum:
- Navn á tiltakinum

- Nær tiltakið er
- Prísur (+20 kr avgreiðslugjald)
- Nøgd av atgongumerkjum, tú setur til sølu á eBillett.fo
- Mynd og tekstur um tiltakið
- Kontakt upplýsingum hjá tær

 

So seta vit atgongumerkini til sølu, og tú fært frið til at skipa fyri tínum tiltaki.

Tú fær leypandi at vita frá okkum, hvussu søla gongur. Vit avrokna eftir nærri avtalu.

 

 

© 2012-2018 ebillett.fo by VOX ENTERTAINMENT